Føroyingar í Bretlandi skulu skráseta seg

Føroyingar í Bretlandi skulu skráseta seg
Útlendingalógin varð broytt á nýggjárinum, og hon er galdandi fyri allar útlendingar, sum búseta seg ella arbeiða í Bretlandi
Bretska innanríkisráðið sigur, at føroyingar sum danskir ríkisborgarar verða viðgjørdir eins og borgarar úr ES- og EBS-londum.
 
23.06.2021 - 16:28

Føroyingar, sum búgva í Bretlandi, skulu skráseta seg í seinasta lagi 30. juni, til tess at tryggja sær loyvi at verða verandi í landinum.

Tað boðar Sendistova Føroya í London frá.

1. januar varð bretska útlendingalógin dagførd soleiðis, og nýggj stigaskipan fyri uppihalds- og arbeiðsloyvi kom í gildi. Hon er galdandi fyri allar útlendingar, sum ætla at búseta seg og/ella arbeiða í Bretlandi.

Fyrr hava føroyingar havt sama frælsi at búseta seg og arbeiða í Bretlandi sum borgarar úr ES- og EBS-londum.

Ivamál hava verið

Ivamál hava viðhvørt stungið seg upp í sambandi við, at føroyingar ikki løgfrøðiliga eru at rokna sum ES borgarar. Men bretska innanríkisráðið hevur í samband við broytingarnar í útlendingalógini gjørt greitt, at sum danskir ríkisborgarar verða føroyingar viðgjørdir eins og borgarar úr ES og EBS.

Ferðafólk úr Føroyum og øðrum evropeiskum londum kunnu vera í Bretlandi í upp til tríggjar mánaðir uttan uppihaldsloyvi. Fyri longri uppihald er neyðugt við visum og gjaldi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
209322
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207