Stefan Løfven kann helst halda fram sum forsætisráðharri

Stefan Løfven kann helst halda fram sum forsætisráðharri
Centerflokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, sigur, at uppskotið um leiguprísir datt burtur, tá ríkisdagurin samtykti misálit mánadagin
Stefan Løfven, forsætisráðharri sigur seg fegnast um boðini frá Centerflokkinum.
 
24.06.2021 - 09:08

Líkt er til, at svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfven, fer at hóra undan sum forsætisráðharri, hóast ríkisdagurin mánadagin samtykti eitt misálit á hann og stjórnina.

Orsøkin er, at Centerflokkurin ikki longur krevur, at leiguprísirnir á íbúðum í Svøríki skulu fylgja marknaðarprísinum, skrivar Dagens Nyheter.

Forkvinnan í Centerflokkinum, Anni Løøf, sigur við Dagens Nyheter, at uppskotið um at prísurin á íbúðum skal fylgja marknaðarprísinum, fall burtur, tá ríkisdagurin mánadagin samtykti uppskotið um misálit. Tí er uppskotið ikki til longur, sigur hon.

- Av tí at uppskotið ikki er til longur, haldi eg tað vera rætt, at vit endurskoða januaravtaluna, fyri at fáa betri stev í politikkin, sigur hon.

Eitt av punktunum í januaravtaluni var at broyta prísin á leigubústøðum, og tað var orsøkin til kreppuna, sum hevði við sær, at misálitið varð lagt fram.

Løfven fegnast

Stefan Løfven, forsætisráðharri sigur seg fegnast um boðini frá Centerflokkinum. Nú er at vóna, at eisini aðrir flokkar vilja taka seg saman, so politiska virksemið kann halda fram, til frama fyri fólkið, sigur forsætisráðharrin.

Tað vóru Javnaðarflokkurin, Centerflokkurin, Umhvørvisflokkurin og Liberalarna, sum gjørdu januaravtaluna, og sum hevði við sær, at Stefan Løfven, kundi halda fram sum forsætisráðharri.

Annie Løøf sigur seg vóna, at eisini Liberalarna taka undir við, at stjórnin heldur fram.

Vinstriflokkurin tekur eisini undir við støðuni hjá Centerflokkinum.

- Støðan er framvegis fløkt, men eg fegnist um, at røddin hjá svensku leigarunum er hoyrd, sigur forkvinnan, Nooshi Dadgostar.

Gjørt uppskot um neyðsemju

Skipanin í Svøríki er, at eitt felag er í samráðingum um húsaleiguna fyri tey, sum leiga. Stefan Løfven hevur gjørt eitt uppskot um neyðsemju, sum sigur, at partarnir á bústaðarmarknaðinum skulu samráðst um eina skipan, sum ásetur leiguna.

Vinstriflokkurin vildi ikki taka undir við tí uppskotinum, og valdi at atkvøða fyri uppskotinum um misálit á Stefan Løfven.

Mánadagin fekk Stefan Løfven eina viku til at fáa greiðu á støðuni, og tað er annaðhvørt at skipa eina nýggja stjórn, ella at útskriva val.

Støðan er framvegis ógreið, tí Liberalarna vilja ikki vera við, og stuðulsflokkurin, Centerflokkurin, vil ikki samstarva við Vinstraflokkin, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321