Fara vinnuferð í Ísraels

Fara vinnuferð í Ísraels
Vinnuferðin til Ísrael verður fyriskipað, hóast sendimaðurin nú fer í annað starv, og Ísrael stríðist við at basa útbroti av Delta-frábrigdinum
 
02.07.2021 - 06:28

Vinnuferðin til Ísraels verður hálvan oktober, frá 13. til 19.oktober, og nú ber til at tekna seg til ferðina, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið í tíðindaskrivi. 

Sendistovan í Tel Aviv og Uttanríkis- og Mentamálaráðið skipa fyri.

Millum annað verður hátíðarhald í sendistovuni í sambandi við, at sendistovan er latin upp.

Vitjað verður í Tel Aviv og Jerusalem. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður, stendur á odda fyri ferðini.

Vinnuferðin til Ísrael verður fyriskipað, hóast sendimaðurin nú fer í annað starv, og Ísrael stríðist við at basa einum útbroti av Delta-frábrigdinum av koronavirusinum. 

Ferðalagið flýgur beinleiðis úr Føroyum til Tel Aviv og heimaftur við Atlantic Airways.

Vinnuferðina kostar 32.250 krónur.

 

Gjald fyri at finna viðkomandi fyritøkur

Sendistova Føroya vil fegin, fyri eitt minni gjald, bjóða føroysku fyritøkunum at finna fram viðkomandi ísraelskar fyritøkur, sum føroyskir luttakarar ynskja at møta, og leggja til rættis fundir við hesar.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hava kunngjørt eina fyribilsskrá, sum sær soleiðis út:

 

13. oktober: Fráferð úr Vága Floghavn kl. 8.00, lenda í Tel Aviv kl. 16.00. Í Tel Aviv gistir føroyska ferðalagið á Hotel Dan Tel Aviv.

14. oktober: Fyrrapartin verður hátíðarhald á Sendistovu Føroya í sambandi við, at sendistovan er latin upp. Seinnapartin verða felags vitjanir hjá fyritøkum/stovnum.

15. oktober: Felags vitjanir hjá fyritøkum/stovnum. Koyrt verður í bussi til Jerusalem, fráferð uml. kl. 16.00. Í Jerusalem gistir ferðalagið á Hotel David Citadel.

16. oktober: Leygardagur er sabbatur. Frídagur er, og møguleiki er fyri rundvísing í Jerusalem.

17.  oktober: Fyrrapartin verður mini-ráðstevna um týdningin, sum nýmenning hevur fyri framburð, við fyrilestrum og rundborðssamrøðum. Seinnapartin felags fyritøku-/stovnsvitjanir.

18. oktober: Møguleiki fyri Business-to-Business fundum.

19. oktober: Fyrrapart er møguleiki fyri Business-to-Business fundum. Fráferð úr Tel Aviv kl. 16.45, lenda í Vágum kl. 23.00.

 

Meira um ferðina fæst at vita á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037