Bann setast fyri búrhønum í ES

Bann setast fyri búrhønum í ES
Í 2027 skal tað vera bannað at hava djór í búri í sambandi við matvøruframleiðslu í ES-londum
 
06.07.2021 - 07:44

Hugtakið ein "búrhøna" verður skjótt ein saga blot í Evropa. 

ES-nevndin fyrireikar lógaruppskot, sum setur bann fyri at hava djór í búri í sambandi við matvøruframleiðslu. 

Lógaruppskotið verður væntandi klárt í 2023, síðani skal ES góðkenna tað, og síðani er ætlanin at seta tað í gildi um seks ár, t.v.s. í 2027.

 

Rakar eggframeiðsluna

Hetta fer eitt nú at raka tey, sum hava eggframleiðslu, kálvar, kaninir, gæs og grísahald, kanska serliga sýr, men ikki felddýr.

Í Svøríki eru eitt nú helvtin av hønum á eggvirkjum í búri, og 60 til 65 prosent av súnunum.

"Partar av vinnuni í Svøríki eftirlýsir longri skiftistíð, tí stórar íløgur eru gjørdar í skipanir, og tær eru ikki afturgoldnar enn," sigur Jonas Laxåback, stjóri í svenska samtakinum fyri landbúnaðarframleiðslu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672