Klæmint eisini í NSÍ næstu tvey árini

Klæmint eisini í NSÍ næstu tvey árini
Fagnaður í NSÍ, tí í gjárkvøldið varð greitt, at Klæmint A. Olsen hevur longt sáttmálan við tveimum árum
 
07.07.2021 - 00:20

Málkongurin í føroyskum fótbólti, Klæmint Andrasson Olsen, fer eisini at spæla við NSÍ næstu tvey ár. 

Tað skrivar NSÍ á heimasíðuni. 

Klæmint Andrasson Olsen longdi í gjárkvøldið sáttmálan við NSÍ við tveimum árum. 

Hetta kemur væl við hjá NSÍ, sum júst hevur mist Petur Knudsen, sum hevur skrivað sáttmála við Lyngby í næstbestu donsku deildini. 

 

Málmaskina

Klæmint Andrasson Olsen, sum bara hevur umboðað NSÍ, eigur málmetið í Føroyum. Tað er rímiligt at siga, at hann er ein málmaskina.

Sambært heimasíðuni faroesoccer.com, hevur Klæmint Andrasson Olsen skotið 211 mál í 336 dystum í bestu fótbóltsdeildini. 

Harumframt hevur hann skotið 22 mál í 30 steypadystum. 

Og so hevur Klæmint A. Olsen skorað sjey mál fyri A-landsliðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234