Gudstænasta á stórskíggja í Vágsbotni

Gudstænasta á stórskíggja í Vágsbotni
Trappan kann brúkast sum kirkjubeinkir
Stórskíggi verður í Vágsbotni, tá ólavsøkugudstænastan verður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.07.2021 - 09:15

Tey, sum vilja til gudstænastu í dómkirkjuni í dag, men ikki sleppa inn, kunnu tó vera í grannalagnum.

Tí kirkjan hevur sett upp stóran skerm í Vágsbotni, so fólk kunnu standa ella sita á trappuni og síggja og hoyra gudstænastuna.

Ólavsøkugudstænastan í Dómkirkjuni í ár verður sum hon var í fjør.

Tað hevur leiðslan í fólkakirkjuni avgjørt í samráði við læknafrøðiliga myndugleikan.

Í kirkjuni vera tey, sum ganga skrúðgongu, eitt kór og tey, sum dagliga varða av Havnar kirkju, kirkjuráðið og tænararnir.

Onnur sleppa ikki inn.

Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur, prædikar í Dómkirkjuni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723