Hjálparpakkin til festivalar ikki komin í tingið enn

Hjálparpakkin til festivalar ikki komin í tingið enn
Einki uppskot um hjálparpakka til festivalar kom í tingið í hesum umfarinum
 
05.08.2021 - 08:12

Løgmaður segði 8.juli, at festivalarnir, sum vórðu avlýstir í summar, fáa pengar úr landskassanum.

Uppskotið um hjálparpakka verður afturvirkandi, so sama, nær tað kemur, fáa festivalarnir pengar. 

Men uppskoti skal fyrst í løgtingið, og har er tað er ikki lagt fram enn.

Løgtingið var liðugt við frágreiðingina, sum løgmaður gav tinginum á ólavsøku, í gjár.

Fyrst í juli avgjørdi formansskapurin í løgtinginum, at tá tingið var liðugt at viðgera frágreiðing løgmans, verður ikki tingfundur aftur fyrr enn í september, uttan so, at okkurt áleikandi mál er. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493