Føroyar hava uppiborið OL-limaskap

Føroyar hava uppiborið OL-limaskap
Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
 
09.08.2021 - 14:33

Hann hevur sent út tíðindaskriv á enskum fyri enn einaferð at gera umheimin vart við føroyska ynskið um sjálvstøðugan limaskap í IOC.

Í summar var fjórðu ferð upp í slag, at føroysk ítróttafólk, sum eru uppvaksin í Føroyum, hava verið við í OL.

Katrin Olsen var við í Beijing í 2008. Pál Joensen var við í London í 2012 og 2016. Og Sverri Sandberg Nielsen og Johan á Plógv Hansen vóru við í Tokyo í summar.

- Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í fleiri øðrum ítróttafelagskapum, og føroysk ítróttafólk hava víst, at tey kunnu vera við millum heimsins bestu.

- IOC eigur at umhugsa støðuna av nýggjum og loyva okkara ítróttafólki at vera við í OL undir føroyskum flaggi, skrivar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096