Ingi tvífaldur føroyameistari á langteini

Ingi tvífaldur føroyameistari á langteini
Ingi Johannessen gjørdist um vikuskiftið tvífaldur føroyameistari í renning. Ungi toftamaðurin vann bæði á 5.000 og 10.000 metra teinunum
16.08.2021 - 16:40

Ingi Johannessen vann 5000 og 10000 metra renningina til føroyameistaraheitini í frælsum ítrótti. 

Hann metti seg hava góðan møguleika at vinna renningina, tí fleiri avboð vóru. Millum annað var Bjarki Johannesen, sum hevur verið klárt besti langteinarennarin í Føroyum seinasta árið, ikki við vegna skaða. 

Á báðum teinunum kappaðist Ingi Johannessen við teir báðar, Jaspur Højgaard og Súna Jacobsen. 

5000 meturin var javnur, men Ingi Johannessen kom á mál smá fimm sekund frammanfyri Jaspur Højgaard. Á 10000 metra teininum var munurin størri. 

Ingi Johannessen vann við tíðini 37:56.30, meðan Jaspur Højgaard vann silvur við 38:26.35.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923