Sáttmáli um Íshavið komin í gildi

Sáttmáli um Íshavið komin í gildi
Danska uttanríkismálaráðið hevur sett sáttmálan, sum skal forða fyri óskipaðum fiskiskapi altjóða sjógvi í Íshavinum, í gildi í Føroyum við kunngerð
Fiskurin í Íshavinum skal verjast.
 
21.08.2021 - 09:43

Danska uttanríkismálaráðið hevur sett sáttmálan, sum skal forða fyri óskipaðum fiskiskapi altjóða sjógvi í Íshavinum, í gildi í Føroyum við kunngerð.

Sambært kunngerðini kom sáttmálin í gildi í Føroyum 25.juni í ár.

Hann er galdandi í 16 ár.

Løgtingið hevur góðkent, at sáttmálin verður galdandi í Føroyum.

Forðar fyri óskipaðum fiskiskapi

Endamálið við sáttmálanum, sum varð gjørdur í 2018, er at seta í verk fyribils tiltøk, sum skulu forða fyri óskipaðum fiskiskapi í økinum til ein ella fleiri fiskiveiðifelagsskapir eru settir á stovn fyri Íshavið. 

Langtíðarmálið er at tryggja burðardygga veiðu í altjóða sjógvi í Íshavinum.

Sáttmálin bindur tey londini, sum staðfesta hann, til ikki at fara undir vinnuligan fiskiskap í Íshavinum í 16 ár, uttan so, at semja er um hetta í nýggjum ella verandi fiskiveiðufelagsskapi, sum umfatar Íshavið. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329