Biden: Tíðin var komin at enda kríggið

Biden: Tíðin var komin at enda kríggið
Amerikanski forsetin sigur seg vera bundan á hond og fót av avtaluni, sum fyrrverandi forsetin, Donald Trump, gjørdi við Taleban um Afganistan
Joe Biden, forseti, vardi av øllum alvi avgerðina um at taka amerikonsku hermenninar heim.
 
01.09.2021 - 15:07

Amerikanski forsetin, Joe Biden, helt í gjárkvøldið røðu fyri amerikanska fólkinum um afturtøkuna úr Afganistan. 

Hann vardi av øllum alvi avgerð sína um at kalla amerikonsku herdeildirnar heim úr Afganistan.

- Tíðin var komin at enda hetta kríggið, segði Biden meira enn eina ferð í røðu síni.

Hann rósti eisini tilgondini í sambandi við afturtøkuna, amerikonsku hermonnunum og øðrum, sum vóru við í afturtøkuni.

Biden lýsti afturtøkuna sum eitt sera væleydnað framstig, og segði, at fleiri enn 120.000 fólk eru flogin heim úr Afganistan eftir fáum vikum.

Slepst ikki undan trupulleikum

- Eingin afturtøka, tá eitt kríggj skal enda, kann gerst uttan trupulleikar,  segði hann. Ein útsøgn, sum hildið verður er ætlað teimum, sum hava funnist at stundum óskipaða og ógvusliga átakinum.

Biden vísti aftur, at aðrar loysnir høvdu verið, enn at enda kríggið innan fyri tíðarætlanina, sum USA sjálvt hevur ásett.

Biden fanst eisini at avtaluni hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, við Taleban, har Trump lovar, at USA skal fara úr Afganistan fyri 1. mai í ár,  ein tíðarætlan, sum Biden longdi til 31. august.

Partur av avtaluni er, at túsundtals talibanskir fangar skulu latast leysir, aftur fyri at talibanar ikki leypa á amerikanska herdeildir.

Bundin á hond og fót

Biden segði seg verða bundnan á hond og fót av hesi avtaluni.

- Veruliga valið var antin at halda avtaluna, ella at herða kríggið. Og eg vildi ikki leingja kríggið, segði Biden.

Sambært Biden var valmøguleikin at hava eina lítla herdeild í Afganistan verri.

- Eg haldi ikki, at trygdin hjá USA verður styrkt við framvegis at brúka milliardir av dollarum og framvegis hava túsundtals hermenn í Afganistan, segði forsetin.

Tey flestu farin úr Afganistan

90 prosent av amerikanarunum, sum vilja sleppa úr Afganistan, eru nú flutt úr landinum. 

Nú skulu sendifólk undir leiðslu av Antony Blinken, uttanríkisráðharra, og sameindum, gera sítt fyri at fáa teir 100 - 200 amerikanararnar heim, sum framvegis eru í Afganistan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984