Føroyaflúgvingin hjá Widerøe byrjar í dag

Føroyaflúgvingin hjá Widerøe byrjar í dag
Flogfarið hjá Widerøe skal seta seg í Vágum klokkan 20 minuttir í 12.00
Flogfarið tekur 78 ferðafólk, og flogferðin millum Vágar og Bergen varar ein tíma og trý korter.
 
03.09.2021 - 08:55

Í dag byrjar flúgvingin hjá norska flogfelagnum Widerøe millum Bergen og Vágar.

Flogfarið hjá Widerøe skal seta seg í Vágum klokkan 20 minuttir í 12.00. 

Tað fer av stað aftur klokkan fimm minuttir í hálvgum eitt.

Flogið verður tvær ferðir um vikuna, mánadag og fríggjadag. 

Flogið verður við propellflogfari. 

Flogfarið tekur 78 ferðafólk, og flogferðin varar ein tíma og trý korter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723