Ferðavinnan vil hoyrast um økisvernd

Ferðavinnan vil hoyrast um økisvernd
Ferðavinnan eigur at fáa skiftistíð, sum er hálvtannað til tvey ár, áðrenn broytingar vera settar í verk.
Ferðafólk á veg niðan á Slættaratind
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.09.2021 - 11:55

Fyri ferðavinnuna eru ásetingarnar um økisvernd serliga viðkomandi í uppskotinum um náttúruverndarlóg.

Avleiðingarnar fyri vinnuvirksemið eru ivasamar, tí tað veldst um, hvørjar verndarásetingar verða ásettar í verndarkunngerðunum, sum skulu gerast fyri hvørt einstakt verndarøki, sigur Ferðavinnufelagið í sínum hoyringarsvari.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið hevur tó greitt frá, at væntað verður ikki, at avleiðingarnar fyri ferðavinnuna verða ógvisligar.

Ferðavinnufelagið vil tó verða spurt hvørja ferð, tá verndarkunngerðirnar verða gjørdar.

Beinleiðis boð
Tey, sum fáast við ferðavinnu í einum øki, eiga at fáa beinleiðis boð um broytingar, heldur Ferðavinnufelagið.

Felagið sigur, at ferðavinnan eigur at fáa skiftistíð, sum er hálvtannað til tvey ár, áðrenn broytingar vera settar í verk.

Tí ferðavinnutilboð eru sett saman, marknaðarførd og seld hálvtannað til tvey ár, áðrenn tey eru tøk.

Havbúnaðarfelagið heitir á Umhvørvis- og Vinnumálaráðið um at endurskoða ásetingina um, at ein almennur myndugleiki uttan nærri grundgeving kann havna einari umsókn um virksemi í einum øki, um ein verndarætlan er kunngjørd um økið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672