UEFA ásetir nýggja reglu: í minsta lagi ein kvinna á venjarabonkinum

UEFA ásetir nýggja reglu: í minsta lagi ein kvinna á venjarabonkinum
Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, krevur, at evropeisk kvinnulandslið í minsta lagi hava ein kvinnuligan venjara
Føroysku kvinnurnar ímóti spaniólum á Tórsvølli
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.09.2021 - 10:35

HM-undankappingin hjá kvinnum byrjaði í síðstu viku. Føroysku kvinnurnar taptu 10-0 ímóti spaniólum á Tórsvølli í fyrsta dystinum.

A-landsliðið spælir í kvøld ímóti Skotlandi á Hampden Park.

Sum nakað nýtt í hesi undankappingini setir UEFA krav um, at evropeisku kvinnulandsliðini í minsta lagi hava eina kvinnu sum høvuðs- ella hjálparvenjara.

Tað skrivar danska kringvarpið.

Føroyska venjaratoymið mannað við einari kvinnu:

Føroyska landsliðið við kvinnum hevur ikki trupulleikar at liva upp til nýggju regluna hjá UEFA. Í januar mánaði skrivaði Fótbóltssambandið undir fýra ára sáttmála við Lene Terp, sum tók við sum høvuðsvenjari eftir John Petersen.

Aftur at Lenu Terp, høvuðsvenjara, manna tríggir menn venjaratoymið hjá A-landsliðnum við kvinnum: Christian Høgni Jacobsen er hjálparvenjari, Jákup Mikkelsen er málmansvenjari, og Eli Nolsøe Leifsson er kropsligur venjari.

Dysturin á Hampden Park ímóti Skotlandi byrjar klokkan 19.35.

Dysturin verður stroymdur á heimasíðu Kringvarpsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870