Lettland fer í lockdown

Lettland fer í lockdown
Lettland hevur mist tamarhaldið á koronusmittuni, og landið verður tí lukkað niður í morgin
Lettland fer í lockdown í morgin, tí sjúkrahúsverkið er við at hokna undan nógvu korona-innleggingunum
Mynd: Shutterstock.com  
 
20.10.2021 - 07:53

Heilsuverkið í Lettlandi er undir so stórum trýsti av korona-innleggingum, at tað er neyðugt at seta í verk tiltøk, sigur stjórnin í landinum. 

Tí fer Lettland í lockdown i morgin, skrivar DR á heimasíðuni. 

"Hóttanin móti heilsuverkinum er so stór, at tað í roynd og veru bara er ein gongd leið: Lockdown og koppseting," segði Krisjanis Karins, sum er forsætisráðharri í Lettlandi, í gjárkvøldið. 

 

Einans 54 prosent koppsett

Einans 54 prosent av teimum vaksnu fólkunum í Lettlandi eru liðugt koppsett, og tað er væl undir miðal í ES, sum sambært stovninum ECDC, ið arbeiðir við at fyribyrgja sjúku, er umleið 74 prosent. 

Tí mugu lettar nú brynja seg til, at landið lukkar í fýra vikur. 

Forsætisráðharrin í Lettlandi bað øll tey, ið eru koppsett, um umbering, tá hann kunngjørdi, at Lettland fer í lockdown. 

"Eg skal biðja øll tykkum, ið eru koppsett, um umbering fyri hesa byrðu, og eg veit, at tað er órímiligt. Men tað fær ikki verið øðrvísi, tá onnur ikki lata seg koppseta," segði Karins. 

 

Útgonguforboð

Fyri lettar, so merkir tað, at skúlar, handlar, matstovur og mentanarstovnar mugu stongja, og at fólk ikki sleppa at savnast í stórum tali, hvørki innandura ella uttandura. 

Einans handlar, ið selja kjarnuvørur, eitt nú matvøruhandlar og apotek, sleppa at hava opið. 

Útgangsforboð er eisini millum klokkan 20 og klokkan 5. 

Hetta er tó undantikið fyri tey, ið skulu til arbeiðis ella til lækna hetta tíðarbilið. 

 

Næstflest smittað

Lettland er tað ES-landið, ið hevur næstflest smittað fyri hvørji 100.000 fólk. Einans grannalandið Litava hevur fleiri smittað. 

Heilsumyndugleikarnir í Lettlandi boða frá, at 1.286 av landsins 8.810 seingjaplássum á sjúkrahúsunum longu eru avløgd til korona-sjúklingar. Men heilsumyndugleikarnir óttast, at tørvurin longu verður 1500 seinni í vikuni. 

Lettland

Frítekst tagging: 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297