Toskakvotan á Flemish Cap verður 894 tons næsta ár

Toskakvotan á Flemish Cap verður 894 tons næsta ár
Føroyska toskakvotan á Flemish Cap verður eisini lítil næsta ár, men hon verður tó nógv størri enn í ár
Savnsmynd
 
05.11.2021 - 07:44

Toskakvotan á Flemish Cap verður 894 tons í 2022.

Í ár var hon bara 335 tons.

Fiskivinnuráðið heitir á Fiskimálaráðið um at broyta reglurnar í lógaruppskotinum um brúksskyldu, so brúksskyldan ikki verður galdandi í 2022 og 2023.

Tí skipini, sum fiska tosk á Flemish Cap og undir Íslandi og kongafisk í Irmingarhavinum, kunnu missa 30 prosent av sínum kvotum.

 

Bara eitt skip fiskaði í ár

Kvotan á Flemish Cap er so lítil, at skynsamast er, at so fá skip sum gjørligt fiska hana.

Í ár var kvotan á Flemish Cap 335 tons. Bara eitt skip fiskaði hana. 

Hetta fer ikki at bera til í 2022, um brúksskyldan verður sett í gildi, sigur Fiskivinnuráðið. 

Sambært lógaruppskotinum kemur brúksskyldan í gildi 1.januar 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166