Bakkafrost minkaði fimm milliardir í virði

Bakkafrost minkaði fimm milliardir í virði
Partabrøvini lækkaðu 13 prosent, tá úrslitið triðja fjórðingsár var kunngjørt í morgun
Bakkafrost væntaði at taka 106.000 tons av laksi í ár, men nú verður mett, at tøkan verður 96.000 tons.
 
09.11.2021 - 12:40

Virðið á partabrøvunum í Bakkafrosti lækkaðu nógv í morgun, tá felagið hevði almannakunngjørt úrslitið fyri triðja fjórðingsár. Partabrøvini lækkaðu 13 prosent.

So stórt fall hevur bert verið einaferð fyrr, og tað var í februar í fjør, tá virðið lækkaði góð 17 prosent.

Samlaða virðið á felagnum fall fimm milliardir krónur, niður í 40 milliardir kr.

Regin og Oddvør mistu 900 mió. á pappírinum

Stjórin, Regin Jacobsen, og mamman, Oddvør Jacobsen, eiga 15 prosent í Bakkafrosti. Lækkingin hevði við sær, at tey á pappírinum mistu 900 milliónir kr., skrivar Dagens Næringsliv.

Bakkafrost sigur seg rokna við at taka 30.000 tons av laksi í Skotlandi í ár. Fyrr hevur tøkan verið mett til 40.000 tons.

Og samlaða tøkan av laksi verður í ár mett til 96.000 tons samanborið við 106.000 tons, sum fyrr hevur verið mett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329