Hollendskur banki kannar ivasamar peningaflytingar úr Kongo

bannari
Hollendskur banki kannar ivasamar peningaflytingar úr Kongo
Rabobank er fyrsti banki, sum úttalar seg um Kongo-ránið
Rabobank í Hollandi hevur sett innanhýsis kanning í verk.
 
24.11.2021 - 16:31

Í Hollandi hevur bankin, Rabobank, sett innanhýsis kanning í verk fyri at fáa greiði á illgrunasomum pengaflytingum millum Holland og Kongo.

Bankin er samstundis tann fyrsti bankin, sum alment hevur úttalað seg um málið.

Tað skrivar hollendski miðilin, NRC, sum hevur verið við í kanningararbeiðinum.

Í dátulekanum CongoHoldUp varð avdúkað, at feløg í Kongo hava flutt einum hollendskum matvøruveitara umleið 50 milliónir dollarar árini 2011 til 2013.

- Hóast frágreiðingar kunnu geva ábendingar um, at vit áttu at havt handlað tá, so vilja vit kanna málið til botns, skrivar bankin í skrivligari viðmerking.

Virða tagnarskyldu

Annars sigur Rabobank seg virða tagnarskylduna, sum er áløgd øllum peningastovnum.

Kongolesiski umboðsmaðurin var Kassin Tajideen. USA hevur sett tiltøk í verk ímóti honum, tí hann skal hava verið við til at fíggja Hizbollah-rørsluna í Irak. Hann hevur sjálvur víst teimum ákærunum aftur. 

Í Føroyum hevur BankNordik sagt, at sum peningastovnur er BankNordik fevndur av tagnarskyldu, og bankin fer av somu orsøk ikki at svara fyrispurningum frá fjølmiðlum um ítøkilig mál í hesum sambandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329