Fuglafjørður: Fíggjarætlanin javnvigar við 142 mió. kr.

Fuglafjørður: Fíggjarætlanin javnvigar við 142 mió. kr.
Kommunan væntar at fáa slakar 100 milliónir krónur í skatti og avgjøldum
Skattaprosentið og barnafrádrátturin í Fuglafirði verður óbroyttur næsta ár.
 
26.11.2021 - 14:16

Fíggjarætlanin fyri 2022 í Fuglafjarðar kommunu javnvigar við 142,3 mió. kr.

Tað samtyktið býráðið í gjárkvøldið.

Skatta- og avgjaldsinntøkurnar verða mettar til 98,2 milliónir kr., rakstrarinntøkurnar verða mettar til 40,4 mió. kr., og innistandandi peningur er 3,7 mió. kr. 

Miðalvøksturin í rakstrinum er umleið 5,6 prosent samanborið við fíggjarætlanina í fjør.

Fyrireika íbúðarbygging

Nettoíløgurnar eru mettar til kr. 24,3 mió. kr.

Talan er eitt nú um keyp av lendi og fyrireiking av íbúðarbygging, høli til nýggja læknamiðstøð, um- og útbygging av 1964-skúlanum til framhaldsdeild, ungdómstilboð, luttøka í Talgildu Føroyum og útbygging á havnalagnum, skrivar kommunan.

Ætlanin er ikki at økja um skuldina við at taka lán, men at klára rakstur og íløgur uttan lántøku.

Avdráttir av lánum næsta ár vera 4,3 mió. kr. 

Skattaprosentið og barnafrádrátturin verða óbroytt, 21,5 prosent og 7.500 kr. fyri hvørt barnið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711