Føroyski báturin á lista yvir siðaarv hjá mannaættini

Føroyski báturin á lista yvir siðaarv hjá mannaættini
Føroyski báturin kom í gjár í UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini, ið staðfestir, at bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um bátin skulu verjast og førast víðari
UNESCO staðfestir nú, at bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin skulu verjast og førast víðari til komandi ættarlið
Mynd: Savnsmynd  
 
15.12.2021 - 08:10

Føroyski báturin kom í gjár í UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini. 

Føroyski báturin hevur við hesum fingið altjóða viðurkenning.

Samstundis verður staðfest, at føroyski báturin, og harvið bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin skulu verjast og førast víðari til komandi ættarlið.

 

Súðubygdir bátar

Súðubygdir bátar úr øllum Norðurlondum eru komnir í UNESCO listan.

Síðan 2015 hava bátasmiðir, bátafeløg og søvn úr øllum Norðurlondum arbeitt miðvíst við hugskotinum at fáa súðubygda bátin í listan. Og tað eydnaðist í gjár. 

Norska mentamálaráðið sendi felags norðurlendska umsókn í mars 2020.

 

Fekk sítt skap í 17. øld

Føroyski báturin, sum vit kenna hann í dag, fekk helst sítt eyðkenda vakra og sjógóða skap miðskeiðis í 17.øld. 

Føroyski báturin er súðubygdur, har kjølurin fyrst verður reistur, og borðini síðani verða sett fyri við kanti yvir kant og klinkað saman í súðunum. 

Hesin hátturin at smíða bátar hevur verið kendur í minst 2000 ár og er brúktur í øllum Norðurlondum. Stóru víkingaskipini vóru eisini súðubygd.

UNESCO sáttmálin um at verja siðaarv er frá 2003. Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2018. 

Tjóðsavnið umsitur sáttmálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392