Tjóðveldi og Framsókn mæla til at skerja ríkisveitingina við 64 mió. kr.

Tjóðveldi og Framsókn mæla til at skerja ríkisveitingina við 64 mió. kr.
Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Ruth Vang í Framsókn, sum eru í Fíggjarnevndini, siga, at ríkisveitingin kann hvørva um 10 ár
Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Ruth Vang í Framsókn, sum eru í Fíggjarnevndini, siga, at ríkisveitingin kann hvørva um 10 ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.12.2021 - 09:32

Royndirnar at sleppa av við ríkisveitingina úr Danmark halda fram.

Páll á Reynatúgvu í Tjóðveldi og Ruth Vang í Framsókn, sum eru í Fíggjarnevndini, siga, at ríkisveitingin kann hvørva um 10 ár.

Tey mæla løgtinginum til at skerja ríkisveitingina 64 mió. kr. í 2022.

Tey bæði siga, at Føroyar eru millum heimsins ríkastu lond. 

 

Inntøkurnar størri enn í Danmark

Inntøkurnar eru størri her og skuldin minni fyri fólkið, enn í Danmark.

Tað er ósømiligt at lata skattaborgarar í øðrum landi, sum eru fátækari enn vit, fíggja føroyska vælferð, siga Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang.  

Tey siga eisini, at allir flokkar siga seg vilja gera Føroyar búskaparliga sjálvberandi og fult sjálvbjargnar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375