Hvíttaði 32 mia. kr. í deild hjá Danske Bank í Estlandi

Hvíttaði 32 mia. kr. í deild hjá Danske Bank í Estlandi
Ein 49 ára gomul kvinna er í Danmark ákærd fyri at hava flutt meira enn fýra milliardir evrur, - tað svarar til góðar 32 milliardir krónur, gjøgnum deildina hjá Danske Bank í
Danske Bank er skal verða brúktur til at hvítta 32 mia. kr. úr Estlandi
Mynd: Scanpix  
 
23.12.2021 - 11:52

Ein 42 ára gomul kvinnan noktaði seg sekan í at hava flutt meira enn fýra milliardir evrur, sum eru góðar 32 milliardir krónur, gjøgnum deildina hjá Danske Bank í Estlandi. Hetta gjørdi kvinnan  í grundlógaravhoyring í býarrættinum í Keypmannahavn í morgun, skrivar danska TV2.

 

Frá 2008 til 2016

Kvinnan er ákærd fyri at hava flutt stóru upphæddina tíðarskeiðið frá desember 2008 til mars í 2016, og brotsverkið skal verða framt í saman við í hvussu er tveir aðrar gerningsmenn.

Gjøgnum kontur í estisku deildini hjá 52 feløgunum við bústaði í Danmark, skal hon hava sett inn ella flutt pengar, sum vóru beinleiðis ella óbeinleiðis vinningur frá brotsligum virksemi.

Hetta var gjørt fyri at fjala ella grugga, hvaðani peningurin stavaði, skrivar TV2.

 

Danskur ríkisborgari

"4.312.963.650 evrur eru settar í bankan, og síðani eru 4.318.433.612 evrur fluttar víðari frá feløgunum til ymisk útlendsk feløg, hóast ákærda visti ella hevði frænir um, at peningurin koma frá ólógligum virksemi," stendur í ákæruni.

49 ára gamla er danskur ríkisborgari, men er ættað úr Russlandi.

Málið hevur verið kannað síðani 2019, skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203705
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609