Elias fleyg høgt í 2021

Elias fleyg høgt í 2021
Úrmælingurin, Elias á Skipagøtu, hevur havt eitt frálíkt hondbóltsár við svenskum meistaraheiti og føroyskum landsliðssigri. Hann var gestur hjá Árinum ið fer í ítrótti
02.01.2022 - 06:00

Hann er bert 19 ára gamal, úrmælingurin, Elias á Skipagøtu, og tað er tí nærum ræðandi at staðfesta, hvussu bjart hann longu skínur á hondbóltshimmalinum. 

Bakspælarin við knappa fótskiftinum, hvøssu innspælingunum og kviku gjøgnumbrotunum skifti fyri hálvum øðrum ári síðan til IK Sävehof, og í 2021 varð hann svenskur meistari. Í hvítu landsliðstroyggjuni fekk hann, saman við liðfeløgunum, fyrsta undankappingarsigurin til høldar á heimavølli ímóti Kekkia. 

Serliga er tað hugvekjandi, at hetta er hent við einum alsamt ósmædnari hoyvíkingi í miðdepilinum. Í Partille telist hann longu millum teir eyðsýndastu, og á føroyska landsliðnum eru tey flestu helst samd um, at hann er stóra stjørnan.

Sum sagt; tað er ilt at fata, hvussu langt Elias á Skipagøtu longu er komin. Hvussu nógv longur hann kann røkka, er ilt at ímynda sær. Men tað koma vit aftur til.

Føroyska landsliðið í nýggjum tíðarskeiði

Ovfærakætið ráddi í høllini á Hálsi síðst í apríl. 

 - Hetta er ein hondbóltssensatión. Hetta er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum hondbólti. Fantastiskt!

Orsøkin til avgjørdu orðini hjá frásøgumanninum, Suna Merkistein, var, at Føroyar høvdu vunnið 27-26 á Kekkia og undankappingarsigurin, sum bíðað hevði verið eftir leingi, nú var veruleiki. Elias á Skipagøtu spældi høvuðsleiklutin í søguliga sigrinum - millum annað við eyðkendum 'flúgvara' í samstarvið við Hákun West av Teigum og dundurskoti upp í málhornið seint í dystinum - og hann gleðist eisini um, at sigurin kom til høldar - endiliga.

 - Føroyska A-landsliðið hevur verið nær við at fáa góð úrslit í øgiliga nógv ár, og spælið hevur verið fínt, so tað var ræðuliga deiligt endiliga at fáa tann sigurin, vit hava bíðað eftir, sigur Elias á Skipagøtu við Árið ið fer í ítrótti.

Tað hevur verið greitt í fleiri ár, at ungir og evnaríkir hondbóltsspælarar vóru á veg. Fyri tveimum árum síðan vann føroyska U17-landsliðið stóru Partille Cup-kappingina, har Pauli Jacobsen og Hákun West av Teigum vórðu valdir á All-Star-liðið, meðan Elias á Skipagøtu varð sonevndur Most Valuable Player og toppskjútti. Tvey ár seinni ber eisini frukt á A-landsliðnum.

 - Fyrst og fremst hevur tað verið stuttligt. Eg kendi teir flestu áðrenn, og tí var ikki so ringt at koma inn á liðið. Eg varð so tveittur inn í tað beinanveg uttan venjingar, tí korona órógvaði fyrireikingarnar, men eg kom skjótt á lagið, sigur Elias á Skipagøtu, sum ikki fekk sínar fyrstu A-landsdystir fyrrenn í '21. 

Eins týdningarmikil fyri hoyvíkingin var sigurin í EHF Championship-kappingini fyri U19-landsliðið, sum tryggjaði bæði teimum og U18-landsliðnum pláss í EM-endaspølum í 2022. 

 - Tað hevði ræðuliga nógv at siga. Tað eru allir vinmenninir, sum eg havi spælt saman við alt lívið, og vit hava altíð havt sum mál, at koma til eitt HM ella EM-endaspæl, so tað var ræðuliga skeg, at vit endiliga kláraðu tað, sigur bakspælarin. 

Hann ivast ikki í, at heimadysturin ímóti Kekkia bert er byrjanin upp á eitt tiðarskeið í føroyskum landsliðshondbólti, har sigrarnir fara at koma alsamt títtari. 

 - Nú er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn vit  klára at spæla A-landsliðið til eitt endaspæl, sigur Elias á Skipagøtu.

 - Har er nógv gott á veg. Eg veit ikki, um vit kunnu vænta, at vit klára tað, men vit hava í øllum førum møguleikan.

Stjørna í gulum og svørtum

Fyri hálvum øðrum ári síðani fór Elias á Skipagøtu úr trygga umhvørvinum í Hoyvíkshøllini, har hann eigur óteljandi fet, til Partille uttanfyri Göteborg at spæla við stórliðnum, IK Sävehof. Har skrivaði hann undir fýra ára sáttmála.

 - Eg kom skaddur til Svøríki, og kundi ikki vera við so nógv, so tað var eitt sindur tungt í byrjanini, sigur hoyvíkingurin, sum ikki fekk vant eins nógv og hann vildi, og tí heldur ikki fekk so nógva spælitíð fyrstu mánaðirnar. 

Hetta hóvaði honum einki serligt, men neyvu venjingar- og tíðarætlaninar uttanfyri vøllin høvdu so líðandi við sær, at Elias á Skipagøtu slapp av við flestu skaðarnar. Av tí sama øktust minuttirnir og ikki minst ávirkanin á vøllinum eisini. 

 - So kom eg inn í tað, og ímóti endanum av kappingini spældi eg betur og spældi nokk alla tíðina í endaspælinum, staðfestir spælskiparin, sum hevur lyndi til gera lítið av. Veruleikin er, at Elias á Skipagøtu spældi lutfalsliga stóran leiklut í meistaraheitinum hjá IK Sävehof síðsta kappingarár, og at hann í ár støðugt hevur spælt á høgum stigi.

Millum annað tí eru teir svørtu og gulu oddalið í svensku deildini og í fer við at spæla seg víðari í European League, har IK Sävehof í løtuni liggur á øðrum plássi aftanfyri Magdeburg, sum er  oddaliðið í bestu týsku deildini. 

 - Hetta er tað, sum eg havi droymt um alt mítt lív - at spæla evropeiskan hondbólt - tað hevur nokk meir verið Champions League, men nú kunnu vit byrja í European League, og so kunnu vit kanska koma longur upp, sigur hondbóltsúrmælingurin smílandi. 

Afturat turru tølunum bergtekur Elias á Skipagøtu viðhaldsfólkini í Partille Arena við sínum skúmandi spælistíli. Strikuspælararnir skulu vera til reiðar til at hoyvíkingurin spælir teimum bóltin afturum seg ella ímillum beinini á stóru verjuspælarunum, meðan vengurnir ofta kunni spæla honum bóltin útfrá aftur til skot. Afturat hesum er gjøgnumbrotshugurin og hegnið so mikið stórt, at sjálvt ikki teir bestu verjuspælararnir kunnu kenna seg tryggar.

Hevur tikið risafet - ætlar sær nógv meir

Sigursgongdin hjá Eliasi á Skipagøtu farna árið kemur kanska óvart á mong, men 19 ára gamli hoyvíkingurin tykist taka alt við einum skálkasmíli og knúsandi ró. Og so eru vit aftur, har vit byrjaðu; hvussu høgt ætlar hann sær at flúgva?

Tað er greitt, at IK Sävehof fær gleði av Eliasi á Skipagøtu kappingarárið 2022/23 afturat - tað kunngjørdi hann í jólaheilsan til Sävehof-viðhaldsfólk um jólini - men tað er nærum eins greitt, at svenskur hondbóltur ikki verður endastøðin hjá føroyska hondbóltsspælaranum. 

 - Eg ætli mær at koma til tey størstu liðini í heiminum innanfyri nøkur ár, staðfestir hann. 

Júst hvat tað merkir - um tað verður í Týsklandi, Spania ella Fraklandi - hevur hann ikki avgjørt enn, men avgjørdur, tað er hann uttan iva, og ivaleyst fer hann at skína enn bjartari á hodbóltsstjørnuhimmalinum næstu nógvu árini.

Sí samrøðu við Elias a Skipagøtu úr Árinum ið fer í ítrótti omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035