Ber ikki til at vísa á gamlan prís

Ber ikki til at vísa á gamlan prís
Tey, sum selja fýrverk, mugu ikki brúka fyrr og nú prísir. Men mongdaravsláttur og pakkatilboð eru í lagi.
Loyvt er at selja fýrverk fimm teir seinastu dagarnar í árinum.
 
25.12.2021 - 09:50

Tey, sum selja fýrverk, mugu ikki brúka fyrr og nú prísir.

Tað sigur Brúkaraumboðið í kunning um reglurnar um at marknaðarføra fýrverk.

At samanbera prísin, sum hann er nú, við ein gamlan prís, er villleiðandi marknaðarføring.

Frágreiðingin er, at fýrverk má bara verða selt eitt stutt tíðarskeið. 

Árstíðarvøra, sum fýrverk er, skal seljast fyri vanligan kostnað í fýra samanhangandi vikur, áðrenn prísurin kann lækka.

Pakkatilboð í lagi.

Brúkaraumboðið heldur tó ikki, at tað er villleiðandi at selja fýrverk við mongdaravsláttri ella sum pakkatilboð.

Seljarar kunnu til dømis marknaðarføra soleiðis: “eitt battarí fyri 400 kr., trý fyri 1000 kr., spari 200kr.” 

Ella “tvey battarí, fimm rakettir og tjúgu gívraýl” fyri ein samlaðan prís, sum er lægri enn, um vøran varð keypt hvør sær. 

Fortreytin er kortini, at seljarar samstundis hava eina veruliga sølu av vøruni hvørjari sær.

Loyvt er at selja fýrverk frá 27. til 31.desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365