Korona sleppur ikki at steðga nýggjárshaldinum í Vági

Korona sleppur ikki at steðga nýggjárshaldinum í Vági
"Okur halda nýggjár hóast korona!" eru greiðu boðini frá nýggjársnevndini í Vági
Vágbingar ætla ikki at lata korona spilla teimum nýggjárshaldið. Tað verður hildið uttandura
Mynd: Alexander Boethius  
 
28.12.2021 - 10:46

Nýggjárshaldið í Vági er helst tað størsta og kendasta nýggjárshaldið í Føroyum, sum ár undan ári dregur fólk til Vágs á ársins síðsta degi.

Og vágbingar ætlar sær at halda nýggjárið, hóast koronafarsóttin enn ger um seg. 

Í fjør varð nýggjárshaldið merkt av koronastøðuni, soleiðis verður lutvíst eisini í ár, hóast stórir partar av kendu skránni verða gjøgnumførdir sum vant.

 

Innandura tiltøk avlýst

Vanlig ár er nýggjárshaldið í Vági ein samanrenning av innandura og uttandura tiltøkum.

Innandura tiltøkini fevna um ókeypis morgunmat fyri vágbingar og vitjandi, stórt barnatiltak um dagin í Vágs Høll og stóran dans eftir nýggjársbálið og fýrverkshow.

Men orsakað av støðuni við korona eru øll innandura tiltøkini avlýst.

 

Hátíðarhalda nýggjárið uttandura

Uttanduratiltøkini verða tó sum vant við kirkjurenning nýggjársmorgun og um midnáttarleitið við faklagongu, báli og stórum fýrverkshowi, sum nýggjársnevndin málber seg. 

Skráin fyri uttanduratiltøkini er hendan:

Kl. 10.00: Skipar Hvistan fyri árligu kirkjurenningini frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju og aftur – tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin

Kl. 23.40: Blikkini niðan á Eggjarnar, í Fjallinum og vesturi við Sandin verða tendrað

Kl. 23.45: Faklagongan við monnum fer frá Vágs Skipasmiðju – kvinnurnar ganga frá Meinigheitshúsinum

Kl. 0.00: Faklagongan kemur á Tríkantin. Sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” verður sungin, áðrenn eldur verður sett á bátin, og Føroya størsta fýrverksshow byrjar 

Nýggjársnevndin heitir tó á øll um at hugsa um almennu korona-tilmælini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985