SSL tekur siglingina uppaftur, men á landi er nógv at grava

SSL tekur siglingina uppaftur, men á landi er nógv at grava
Í greinini eru bæði ljóð- og videobrot
Ternan siglir nú aftur um Nólsoyarfjørð
Mynd: Leif Hansen  
 
04.01.2022 - 12:56

Strandfaraskipini fara nú so spakuliga at taka siglingina uppaftur.

Teistin siglir aftur millum Gomlurætt og Skopun, og eftir døgurða verður siglingin um Nólsoyarfjørð eisini tikin uppaftur. Men Bygdaleiðir koyra ikki enn.

Her kemur Ternan fyrsta túrin til Nólsoyar í dag. Leif Hansen eigur upptøkuna. 

Ternan_Nolsoy

Hoyr Marina Gaardlykke, ferðslusamskipara hjá SSL, í útvarpstíðindunum.

1500283

Hjá Landsverki er framvegis nógv at grava, men tað gongur framá. Ivasamt er kortini, um tað fer at eydnast at grava vegin til Gjáar í dag.

Hoyr Mortan Olsen, økisleiðara hjá Landsverki, í útvarpstíðindunum. 

1500281

Serliga nógvur kavi er lagstur í Havnini, og tað hevur verið torført hjá gravimaskinunum at sleppa fram. Eitt skifti heittu Tórshavnar kommuna og politiið á bilførarar um at lata bilin standa, tí nógvir bilar stóðu fastir.

Hoyr Fríð P. Dalsgarð, býarverkfrøðing í Havn, í útvarpstíðindunum.

1500286

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329