Alivinnan setti aftur met í fjør

Alivinnan setti aftur met í fjør
Vinnan tók 95.000 tons í kruvdari vekt, 30 prosent meira enn í fyrraárið.
Alivinnan tók 95.000 tons í kruvdari vekt í fjør. Tað svarar til 115.000 í rundari vekt.
Mynd: Savnsmynd  
 
10.01.2022 - 11:02

Alivinnan setti aftur met í fjør.

Tilsamans vóru tikin 95.000 tons í kruvdari vekt. Hetta er umleið 30 prosent meira enn í 2020, tá 73.000 tons í kruvdari vekt vóru tikin, og eisini meira enn 2019, sum seti met. 

Tá vóru umleið 78.000 tons tikin í kruvdari vekt.

95.000 tons í kruvdari vekt svara til umleið 115.000 tons í rundari vekt.

 

Nú síggjast úrslitini

Havbúnaðarfelagið sigur, at alivinnan hevur meira ella minni staðið í stað í nøkur ár, men nú síggjast úrslitini av íløgunum, sum eru gjørdar at ala størri smolt á landi.

Alivinnan arbeiðir áhaldandi við at stytta um tíðina, sum alilaksurin er í sjónum, og ein styttri tíð á sjónum hevur við sær, at árliga tøkan kann økjast, sigur Havbúnaðarfelagið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040