Grísahjarta sett í eitt menniskja fyri fyrstu ferð

Grísahjarta sett í eitt menniskja fyri fyrstu ferð
57 ára gamli David Bennet, hevði eina álvarsliga hjartasjúku, og læknarnir í USA mettu ikki, at Bennet kundi bíða longur og góvu honum tískil eitt grísahjarta
Fyri fyrstu ferð í søguni er eitt grísahjarta sett í eitt menniskja
Mynd: Scanpix  
 
11.01.2022 - 07:54

Fyri fyrstu ferð í søguni hava læknar transplanterað eitt grísahjarta til eitt menniskja.

Hetta hendi á University of Maryland School of Medicine í Baltimore í USA, har fyrsta væleydnaða transplantatiónin millum djór og menniskja varð veruleiki.

Sjúklingurin, 57 ára gamli David Bennet, hevði eina álvarsliga hjartasjúku. Bíðilistin eftir at fáa nýtt hjarta er langur í USA, og læknarnir mettu ikki, at Bennet kundi bíða longur.

 

Roynd við djóragøgnum

Nýggjársaftan góðkendu heilsumyndugleikarnir, at hann kundi fáa eitt grísahjarta, og fríggjadagin varð transplantatiónin gjørd.

David Bennet livir enn, men sambært læknunum er tað enn ov tíðliga at siga, um skurðviðgerðin, sum vardi átta tímar, er væleydnað og hvussu leingi Bennet fer at liva.

Men skurðviðgerðin verður roknaður sum ein varði í royndunum at brúka gøgn frá djórum til at bjarga mannalívum.

- Hetta tekur okkum eitt fet nærri at loysa trupulleikan við troti á gøgnum. Vit fara varliga víðari, men eru bjartskygd og halda, at hendan skurðviðgerðin kann vera eitt týðandi nýtt fet fram hjá framtíðar sjúklingum, sigur skurðlæknin Bartley Griffith, sum stóð fyri skurðviðgerðini, við Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985