Skuldsettur fyri at hava brotið tagnarskyldu í loyniligum málum

Skuldsettur fyri at hava brotið tagnarskyldu í loyniligum málum
Claus Hjort Frederiksen, fyrrverandi danskur verjumálaráðharri, er eisini skuldsettur fyri at hava borið ríkisloynidómar víðari
Claus Hjort Frederiksen, fyrrverandi verjumálaráðharri.
Mynd: RitzauScanpix  
 
14.01.2022 - 13:46

Fyrrverandi verjumálaráðharrin í Danmark, Claus Hjort Fredriksen, er í dag skuldsettur fyri at hava brotið tagnarskyldina.

Tað váttar Claus Hjort Fredriksen sjálvur í tíðindaskrivi.

Hann er haraftrat skuldsettur fyri at hava givið ríkisloynidómar víðari.

Claus Hjort Fredriksen, sum er í Vinstraflokkinum, hevur í fleiri umførum váttað, at Danmark og USA samarbeiða um at taka dátur úr fjarskiftiskáplum.

Upp í 12 ára fongsul

Claus Hjort Fredrisken sigur, at hann er skuldsettur eftir grein 109 í revsilógini.

Revsikarmurin í grein 109 er upp í 12 ára fongsulsrevsing fyri at avdúka, ella geva víðari ríkisloynidómar, ætlanir ella avgerðir, sum kunnu seta trygdina í ríkinum í váða mótvegis fremmandum valdi.

Fyrrverandi verjumálaráðharrin sigur tó í tíðindaskrivinum, at hann ikki kundi funnið uppá at gera nakað, sum kann skaða Danmark ella áhugamálini hjá Danmark.

Sambært Danmarks Radio er tað ein samrøða í Weekendavísini í september 2020, sum byrjaði málið, og er grundarlagið undir skuldsetingini.

Byrjaði í nítiárunum

Tá segði Claus Hjort Fredriksen, at hann hvørki kundi vátta ella avsanna, at danska fregnartænastan samstarvaði við amerikansku fregnartænastuna um upplýsingar úr samskiftiskáplum, men segði síðani, at tað var í prinsippinum tað, tey tosaðu um.

Tá hann síðani var spurdur, nær hann sum verjumálaráðharri fekk slíkt at vita "í prinsippinum," svaraði hann, at tað fekk hann tíðliga, tí tað var umráðandi sum verjumálaráðharri og politiskur stjóri fyri fregnartænastuna at vita um slík samstørv, sum kunnu vera viðkvom og kunnu elva til, at danskir ríkisborgarar koma í trupulleikar.

Síðani er komið fram, at samstarvsavtalan millum donsku og amerikansku fregnartænastuna byrjaði í nítiárunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450