Tá Arnold Vegghamar fylti 80 ár, broytti hann knappliga motiv

Tá Arnold Vegghamar fylti 80 ár, broytti hann knappliga motiv
Tað er ongantíð ov seint at endurnýggja. Tað kann Arnold Vegghamar ásanna. Listarmaðurin, sum er 84 ára gamal, er nýliga farin at mála bæði Hitler og seg sjálvan.
21.01.2022 - 14:50

Í apríl hevur Arnold Vegghamar framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Hann skal sýna fram eini 50 málningar, og at kalla allir eru lidnir.

Motivið í meginpartinum av málningunum er tey eyðkendu litføgru fýrkantaðu húsini í landslagnum, sum minnir um heimbygdina Viðareiði.

Men tak ikki feil.

Arnold Vegghamar málar eisini onnur motiv. Fyri nøkrum fáum árum síðani keypti hann sær eitt spegl, so hann kundi mála seg sjálvan. Úrslitið eru fleiri sjálvportrettir; men tey vera neyvan at síggja í Seglhúsinum í Klaksvík í vár. Tey eru nevniliga ikki til sølu.

Sí alla sendingina Lyst 47

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738