Føroyar smurdu Montenegro av

bannari
Føroyar smurdu Montenegro av
Um nakar ivaðist í, um Føroyar kann fara at blanda seg millum tey allarbestu í Evropa til EM-endaspælið, so bleiv allur ivi kveistraður til viks við knústandi 13 málssigri
Dagsins leikari væl og virðiliga
Mynd: Kolektiff  
 
18.01.2026 - 18:46

Løtan í fyrra hálvleiki, tá Elias legði upp til Vilhelm Poulsen, ið kom flúgvandi og í luftini tók bóltin og pløkkaði hann í málið, staðfesti, at føroysku hondbóltsmennirnir vóru ikki komnir til dystin fyri at spæla. 

Hóast teir spæld sum einglar, so smurdu teir Montenegro av í øllum liðum í hondbóltsspælinum. Úrslitið bleiv 37-24 til Føroyar, og tað sigur í grundini alla søguna. 

Okkara málverji var betri - ja, hann var besti leikarin á vøllinum.

Okkara verja var betri - ja, hon var krútsterk. 

Okkara álop var betri - ja, tað var verðinsklassi. 

Mynd: Kolektiff

 

 

Hægsta altjóða støði

Yvirhøvur avrikaði Føroyar á hægsta altjóða støði. Í grundini óveruligt at vera vitni til - og tó. 

Tað burdi ikki komið óvart á okkum, tí dreingirnir hava tosað um tað síðani teir vóru piltar. Teir hava ætla sær upp í heimselituna at spæla við, og har eru teir væl ávegis nú. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu er stóri herførarin, men afturat sær hevur hann narkar fantastiskar generalar í Óla Mittún, Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen. 

Men gloymi ikki Teis Horn Rasmussen, ið altíð gongur á odda í verjuni, og Leivur Mortensen, ið er ein maskina á vinstra vongi. Og dagsins maður Pauli Jacobsen í málinum. 

Mynd: Kolektiff

 

Orð eru fátæk

Og við hasum fjepparaskarðanum í rygginum, so fer tað at bera langt. 

Orð eru fátæk, syngur Benjamin Rajani, og vit mugu bara geva honum rætt. 

Tað var vakurt og vilt, tá Føroyar smurdu Montenegro av. 

 

Montenegro - Føroyar 24 - 37 (12 - 19)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483