Elias takkaði fyri hjálpina eftir søguligan sigur

Elias takkaði fyri hjálpina eftir søguligan sigur
Tað stóð nógv á Eliasi E. á Skipagøtu, tá skaðin rakti fyri jól, men í dag gekk hann á odda fyri søguligum EM-sigri. - Túsund takk til øll sum hava hjálpt, segði spælskiparin
18.01.2026 - 19:34

Tá Elias Ellefsen á Skipagøtu mátti fara skaddur av vøllinum undir dysti í týsku Bundesliguni stutt fyri jól, mundu nógvir føroyingar óttast tað ringasta.

Fór føroya størsta hondbóltsstjørna at røkka EM-endaspælinum, spurdu helst fleiri, ikki minst høvuðspersónurin sjálvur.

 - Tá eg fekk handan skaðan í desember, tá stóð eitt sindur á. Eg var bangin fyri, at eg ikki náddi at blíva klárur, men tíbetur hava vit øgiliga nógv fólk, sum hava hjálpt til, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu eftir dystin ímóti Montenegro.

At kalla tað dyst, er at gera ov lítið av. Føroyar snøgt sagt blástu mótstøðuliðið av vøllinum á ferðini til fyrsta EM-sigurin hjá manslandsliðnum, og enn sum áður stjórnaði Elias Ellefsen á Skipagøtu føroyska spælinum við millimetur-neyvleika. Tí takkaði hann eisini teimum, sum høvdu gjørt sítt til, at hann kundi standa á vøllinum og fegnast saman við liðfeløgunum og teimum túsundtals føroyingunum í Unity-leikhøllini.

 - Eg vil fegin siga túsund takk við øll, sum hava hjálpt. Tey vita, hvørji tey eru. Og Tom (partur av venjarahópinun, blaðm.) hevur eisini verið fantastiskur. Tað er fantastiskt, at eg kundi vera við kortini, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Føroyar vunnu heili 37-24. Av hesum átti Keil-maðurin níggju mál, fleiri upplegg og um sann at hann ikki fekk eina 'bjarging' aftur hesa ferð, tá montonegrinar royndu at skjóta í tómt mál. Eftir sannan uppvísningshondbólt rósti hann kortini verju- og málmansspælinum.

 - Vit høvdu fyrireika okkum ótrúliga væl, og verjan var fantastisk, og Pauli uppaftur meir fantastiskur í málinum. Søguligi sigurin gevur Føroyum góð kort á hondina undan síðsta umfarinum í bólkaspælinum týsdagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751