Umhvørvisstovan fingið kæru um aliloyvi á Oyndarfirði

Umhvørvisstovan fingið kæru um aliloyvi á Oyndarfirði
Mowi hevur ætlanir um at flyta alingina á Oyndarfirði longur út á fjørðin 
 
18.01.2022 - 17:45

Umhvørvisstovan hevur fingið eina kæru um, at aliloyvini hjá Mowi á Oyndarfirði verða flutt. 

Upprunaliga alifyritøkan, sum hevði aling í Oyndarfirði, fekk umhvørvisgóðkenningina í 1998, og tískil skuldi Umhvørvisstovan bert gera eitt ískoyti til umhvørvisgóðkenningina. Freistin at kæra ískoytisgóðkenningina var í gjár. 

Katrin Haraldsdóttir Jensen, leiðari á deildini Vernd á Umhvørvisstovuni, váttar, at ein kæra er komin. 

Umhvørvisstovan fer nú at seta seg í samband við viðkomandi og fáa greiðu á ymiskum, millum annað um kæran er ímóti Umhvørvisstovuni. 

Í tí sambandi verður kæran latin Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Umhvørvisstovan kann av góðum grundum ikki viðgera eina kæru ímóti sær sjálvari. 

Mowi hevur ætlanir um at flyta alingina á Oyndarfirði longur út á fjørðin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022