Limur í sendinevndini hjá Taliban settur í samband við yvirgangsálop

Limur í sendinevndini hjá Taliban settur í samband við yvirgangsálop
Ein av teimum 15 limunum í sendinevndini, verður settur í samband við yvirgangsálop í 2008, tá norskur journalistur lat lív.
- Sendinevndin hjá Taliban kemur her til Gardermoen, Noreg, 22.januar 2022. Endamálið er at tosa við vesturlendsk umboð um menniskjarættindi og kreppustøðuna í landinum.
Mynd: Terje Bendiksby / NTB / AFP  
 
23.01.2022 - 11:56

Í gjár kom ein sendinevnd við 15 limum úr harðrenda Taliban til Noreg. 

Limirnir skulu hitta norskar myndugleikar og embætisfólk úr USA og øðrum evropeiskum londum.  

Á fyrsta fundardegi skal sendinevndin hitta umboð fyri kvinnufelagsskapir, mannarættindaaktivistar og umboð fyri afghanskar miðlar. 
Eftir ætlan verða fundir við vesturlendsku umboðini fram til týsdagin.

Síðan Taliban tók valdið í Afghanistan, hava tey latið gentuskúlar aftur, nokta kvinnum at arbeiða úti og sett krav at allar kvinnur í Afghanistan skulu hava turriklæði. Uttanríkismálaráðharrin, Amir Khan Muttaqi er leiðari fyri sendinevndina hjá Taliban. 

Við at bjóða Taliban til Noreg vónar norska stjórnin, at kunna gera sítt til, at hjálpa neyðstøddu fólkunum í Afghanistan, har vetrarkuldin, mangul á brennievni og matvørum, nú setir sín dám á teirra lív. 

 

Settur í samband við yvirgangsálop

Ein av limunum úr sendinevndini hjá Taliban verður settur í samband við eitt álop á eitt hotel í 2008, har eitt nú ein norskur journalistur lat lív. 

Limurin er bróður leiðaran í Haqqani-netverkinum, sum stóð aftanfyri álopið á hotellið í Serena í afganska høvuðsstaðnum, Kabul, í 2008. 

Sambært NRK hevur maðurin, Anas Haqqani, verið á svarta lista hjá USA, fyri at hava sambond við yvirgangsvirksemi. 

Ein norskur embætismaður frá norska uttanríkisráðnum, var eisini særdur undir álopinum, meðan fimm onnur lótu lív. 

 

Sambært NRK er mest sannlíkt, at sendinevndin ikki kemur at hitta norska uttanríkismálaráðharran. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Hetta Heilaga evangeliið skrivar
211468
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375