Ongin fiskur av Flemish Kapp komandi dagarnar

Ongin fiskur av Flemish Kapp komandi dagarnar
Fiskamarknaðurin á Toftum skrivar í meting síni av tílfeinginum hesa vikuna, at roknað verður ikki við nøkrum línuskipi av Flemish Kap hesa vikuna
Roknað verður ikki við nakrari avreiðing av Flemish Kapp komandi dagarnar
 
06.07.2013 - 14:00

Men tað koma væntandi fýra línuskip av Føroyagrunninum inn at landa í næstu viku, tey hava mest longu og brosmu. Eitt línuskip kemur undan Íslandi við blandaðum slagi.

 

Eitt línuskip roynir á Rygginum, og eini tvey línuskip liggja millum túrar. Hini eru antin ávegis til Flemish Kapp ella eru á Flemish Kapp.

 

Góður streymur

Í næstu viku verður góður streymur, og brúkiligt útróðrarveður, so væntandi verður nakað av útróðri. Nú er tað mest toskur, hýsa, og hvítingur, og væntandi onkur bátur við kalva.

 

Bara tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap undir Føroyum. Teir samtrola eftir upsa og svartkalva. Teir landa kanska síðst í næstu viku, ella fyrst í aðru viku.

 

Í Eysturgrønlandi

Ein trolari er undir Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva og kongafisk. Hann frystir umborð. Ein er á djúpum vatni undir Føroyum og fiskar stinglaks, og hann landar í Danmark. Onkur riggar til at fiska makrel.

 

Fiska upsa

- Flestu partrolararnir fiska upsa, og fiskiskapurin er brúkiligur, skrivar Fiskamarknaðurin.

 

Teir koma væntandi inn sum vikan líður. Onkur er farin at rigga til makrel, og onkur er á beding. Trý pør eru á gulllaksaveiðu.

 

Flestu trolbátarnir eru til fiskiskap. Tveir royna eftir upsa og svartkalva, ein er uttan fyri mark á Landgrunninum og fiskar tosk og hýsu. Hinir eru á landleiðini og fiska tosk, hýsu, flatfisk og havtasku.

 

- Einki garnaskip er á ísfiskaveiðu í løtuni. Tó er onkur, sum fiskar svartkalva og frystir umborð, skrivar Fiskamarkaðurin á heimasíðu síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425