Land og kommunur fingu meira skatt

Land og kommunur fingu meira skatt
A-inntøkan í januar var 986,6 mió. kr.
Landskassin fekk átta milliónir krónur meira í skatti og kommunurnar slakar 11 milliónir í januar.
 
04.02.2022 - 08:21

Fleiri pengar komu í almennu kassarnar í januar í ár enn í januar í fjør.

Landskassin fekk átta milliónir krónur meira í skatti og kommunurnar slakar 11 milliónir.

A-inntøkan í januar var 986,6 mió. kr.

Í januar í fjør var hon 929,7 milliónir.

Tølini fyri januar í ár eru størri enn tey vóru í januar 2020, tað er, áðrenn korona kom.

Í innflutningsgjøldum fekk landskassin 194,4 milliónir í januar í ár, harav 180,3 í innflutningsmeirvirðisgjaldi. 

Hesi tøl vóru ávikavist 179 milliónir og 160 milliónir í januar 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709