Alda var næstan 30 metrar høg

Alda var næstan 30 metrar høg
Hægsta aldan, sum var mátað við Garðskaga í útsynningsíslandi týsnáttina var næstan 30 metrar høg. Hetta er hægsta alda, sum er mátað í Íslandi, skrivar Morgunblaðið
Mynd: Shutterstock.com  
 
09.02.2022 - 08:12

Tað hevur ikki verið tespiligt at verið út á sjónum í illveðrinum seinasta samdøgrið. 

Hægsta aldan, sum var mátað við Garðskaga í útsynningsíslandi týsnáttina var næstan 30 metrar høg.

Hetta er hægsta alda, sum er mátað í Íslandi, skrivar Morgunblaðið.

 

Størri miðalhædd í 1990

Men miðalhæddin var størri 9.januar 1990. Tá var hon 16,7 metrar við Surtsoyggj.

Tann kann tó hugsast, at miðalhæddin var størri við Garðskaga týsnáttina.

Tað er ikki staðfest enn.

 

Metið frá 2013

Aldan verður mátað í hálvan tíma í senn.

Heimsmetið í miðalalduhædd er 19 metrar.

Tað var millum Ísland og Bretland í februar 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775