Løgtingið skal góðkenna ES-samstarv um gransking og nýskapan

Løgtingið skal góðkenna ES-samstarv um gransking og nýskapan
Uppskot til samtyktar um, at løgtingið góðkennir sáttmálan millum Uttanríkis- og Mentamálaráðið og nevndina hjá ES fyri gransking og nýskapan, kom í tingið í gjár.
Uppskot til samtyktar um, at løgtingið góðkennir sáttmálan millum Uttanríkis- og Mentamálaráðið og nevndina hjá ES fyri gransking og nýskapan, kom í tingið í gjár
Mynd: Shutterstock.com  
 
18.02.2022 - 06:38

Løgtingið skal nú góðkenna sáttmála millum millum Uttanríkis- og Mentamálaráðið og nevndina hjá ES fyri  gransking og nýskapan.

Uppskot til samtyktar kom í tingið í gjár.

Sáttmálin gevur Føroyum møguleika at gerast partur av øllum samstarvsætlanum hjá ES, sum loyva atlimaskapi fyri lond uttanfyri ES. 

Í sama viðfangi eru Føroyar og ES samd um, at føroyska tilknýtið til granskingar- og menningarsamstarvið hjá ES heldur fram.

 

Samráðast um nýggjan sáttmála

Føroyar fingu í 2010 atlimaskap í granskingarskránni hjá ES. Hon var galdandi til 2013.

Føroyar fingu síðani atlimaskap í Horizon 2020, sum vardi til nýggjárs.

Samráðingar hava so verið við ES um nýggjan sáttmála, sum er galdandi í sjey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037