Russland fer at royndarskjóta rakettir, sum kunnu bera kjarnorkubumbur

Russland fer at royndarskjóta rakettir, sum kunnu bera kjarnorkubumbur
Russland boðar nú frá, at í morgin verður royndarskjóting við rakettum, sum kunnu bera kjarnorkubumbur, í Barentshavinum og aðrastaðni
Yury Dolgorukiy er ein av nýggjastu kavbátunum, sum hevur kjarnorkurakettir
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
18.02.2022 - 18:07

(yvirskrift redigerað eftir tíðindini kl 18

NRK skrivar, at í venjingini, sum eitur GORM 2022, og er samansett venjing, skulu m.a. kavbátar í Barentshavinum skjóta upp rakettir móti málum í Chukotka í eystur Russlandi, og kavbátar í Kyrrahavinum skulu skjóta móti málum í Barentshavinum. Hvør rakett kann í eini krígsstøðu bera 10 kjarnorkubumbur, og hvør kavbátur kann hava 16 bumbur.

Greitt politiskt tekin

Ståle Ulriksen, granskari á Sjókrígsskúlanum, sigur við NRK, at tað er ikki av tilvild, at russiska venjingin er júst nú.

- Dagurin er strategiskt valdur. Tey gera hetta fyri at minna heimin á, at Russland hevur sterka kjarnorku, og at landið ikki bara hevur herdeildirnar sum eru kring Ukraina, sigur hann. Ulriksen er vísur í, at venjingin er greitt politiskt tekin til Noreg. 

Hann sigur, at fyrr lendu rakettirnar nógv longri eystri í Barentshavinum, men nú er skotvenjingin flutt óvanliga langt vestureftir fyri hetta slagið av venjingum.

Vandaøki

Norska sjóverjan hevur nú lýst eitt øki í Barentshavinum fyri vandaøki, men sigur, at tað kortini ikki er ólógligt at fara inn í økið, skrivar NRK.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Hósdag 5. mars
RagnarRokk 5.mars 2026
204436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176