Grønlendsk fólkatingsumboð virknari enn tey føroysku

Grønlendsk fólkatingsumboð virknari enn tey føroysku
Kanningin byggir á virksemi hjá teimum føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðunum frá 1953 til 2019
Kanningin vísir m.a., at grønlendsk fólkatingsumboð hava møtt betur upp í Fólkatinginum enn tey føroysku, og grønlendingar hava eisini sett ráðharrum fleiri spurningar.
 
28.02.2022 - 15:10

Grønlendskir fólkatingslimir eru virknari í Fólkatingiinum enn teir føroysku.

Tað vísir ein kanning, sum Mette Marie Stæhr Harder, gestagranskari á løgfrøðiliga fakultetinum á Keypmannahavnar universiteti og lektari í stjórnmálafrøði á Karlstad Universitet, hevur gjørt.

Kanningin byggir á virksemi hjá teimum føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðunum frá 1953 til 2019.

Danski netmiðilin, Altinget, endurgevur kanningina.

Seta fleiri spurningar

Niðurstøðan í kanningin er, at grønlendsku umboðini hava verið í næstan tvífalt so nógvum politiskum nevndum sum teir føroysku, millum annað í uttanríkispolitisku nevndini.

Grønlendsku politikararnir seta eisini fleiri donskum ráðharrum spurningar.

Frá 2005 til 2019 hava grønlensku fólkatingsumboðini sett 881 spurningar, meðan tey føroysku umboðini hava bara sett 445 spurningar.

Kanningin vísir eisini, at tey grønlensku fólkatingsumboðini hava møtt betur upp í Fólkatinginum enn tey føroysku fólkatingsumboðini.

Orsøkin er, sambært kanningini, at fleiri av føroysku fólkatingsumboðunum eisini hava verið limir í løgtinginum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV