Bólturin aftur á rull

Bólturin aftur á rull
Í dag verða fyrstu dystirnir í bestu fótbóltsdeildini við monnum spældir.
Meistararnir úr KÍ leggja fyri ímóti Skála
 
05.03.2022 - 12:55

So rullar bólturin aftur i Betri-deildini við monnum.

Tríggir dystir eru á skránni í dag.

Á Dungasandi í Sørvági tekur 07 Vestur, við navnframa dananum, Michaeli Schjønberg, í síðulinjuni, fyri fyrstu ferð, ímóti Víkingi. Tann dysturin byrjar klokkan 14.

Ein tíma seinni, klokkan 15, byrjar dysturin í Vika á Argjum har HB er á vitjan hjá argjamonnum, sum hava fingið sera nógvar nýggjar spælarar í vetur.

Suverena meistaraliðið, KÍ, byrjar verjuna av FM-heitinum á vestara armi á Skálafjørðinum, har uppflytarin, Skála tekur ímóti. Tann dysturin byrjar klokkan 17.

Í morgin eru tveir dystir. EB/Streymur spælir á heimavølli ímóti NSÍ, og B36 tekur ímóti B68 í Havn. Báðir dystirnir eru klokkan 15.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860