Breddin: Støðan í Ukraina og nevndarval í BankNordik

Breddin: Støðan í Ukraina og nevndarval í BankNordik
Øll nevndin í BankNordik verður skift á aðalfundinum seinni í mánaðinum. Hvat er tað tekin um, verður spurt í Breddanum í dag.
 
08.03.2022 - 09:03

Russiska innrásin í Ukraina heldur fram á 12. degi. 

Enn megna ukrainar at halda tørn í teimum størstu býunum, men russiska krígsmaskinan nærkast alsamt. 

Vit frætta tað nýggjasta úr ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, har Rasmus Tantholdt er staddur, og frá okkara egna John Johannesen, sum er staddur í grannalandinum, Póllandi. 

Øll nevndin í BankNordik verður skift á næsta aðalfundi. Tað hendir eftir fráboðan frá fýra av teimum fimm stóru eigarunum. 

Sostatt skal BankNordik hava sítt fjórða forfólk í tvey ár.

Men hvat er tað tekin um, tá ein heil nevnd verður skift? 

Tann spurningin viðgera vit saman við Eyðfinni Reyðberg, fyrrverandi bankastjóra og greinara.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792