Knørrur biður løgmann um hjálp at hýsa kappróðrarbátum

Knørrur biður løgmann um hjálp at hýsa kappróðrarbátum
Bárður á Steig Nielsen fær seinnapartin undirskriftir frá felagnum, sum er noytt at flyta úr Evensens pakkhúsi
Kappróðrarbátarnir hjá Knørra-felagnum eru húsvillir, tí felagið noyðist úr Evensens pakkhúsi.
 
09.03.2022 - 14:43

Róðrarfelagið Knørrur fer í dag at handa Bárði Nielsen, løgmanni, mótmælisskriv við 832 undirskriftum.

Knørrur heitir í skrivinum á løgmann um at hjálpa Knørri, nú felagið er noytt at flyta úr Evensens pakkhúsi 1. apríl.

Stokkastovan í Tinganesi, sum er 100 metrar frá hølunum hjá Knørri, skal umvælast, og tørvur er á goymsluhølum til viðarbular, sigur Løgmansskrivstovan.

Verji hjá ítrótti

- Bárður fær undirskriftirnar handaðar í leikluti sínum sum verji fyri føroyskari ítrótt, skrivar Knørrur á vanga sínum á Facebook.

Felagið hevur leitað eftir øðrum hølum við sjóvarmálan í Havn til allar kappróðrarbátarnar, men uttan úrslit.

Í løtuni er Evensens einasti møguleiki, um virksemi felagsins skal halda fram, skrivar felagið. 

Knørrur handar undirskriftirnar í Tinganesi kl. 16 í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595