Kríggið í Ukraina: Kanna nú avleiðingarnar í Føroyum

Kríggið í Ukraina: Kanna nú avleiðingarnar í Føroyum
Hugt verður nærri at økjum sum flóttafólk, netverjutrygd, veitingartrygd og tilbúgving
Nógv bendir á, at kríggið í Ukraina fer at draga út, og landsstýrið er nú farið at kanna, hvørjar avleiðingar kríggið fær fyri føroyska samfelagið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.03.2022 - 15:57

Landsstýrið fer nú at kanna, hvørjar avleiðingar kríggið í Ukraina kann fáa fyri føroyska samfelagið.

Embætisfólk eru sett at greina støðuna.

Eitt nú verður hugt nærri at økjum sum flóttafólk, netverjutrygd, veitingartrygd og tilbúgving. Eisini verður kannað, hvørjar búskaparligu avleiðingarnar verða fyri landskassan, vinnuna og borgaran.

Greiningin er partur av Kreppuráðnum, sum hevði fund í gjár um støðuna. Kreppuráðið gjørdi eisini líknandi metingar undir koronukreppuni. 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í tíðindaskrivi, at tað er okkara skylda at fyrireika okkum so væl sum gjørligt, tí tað er altíð betri at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin.

- Tí havi eg heitt á Kreppuráðið um at meta um avleiðingarnar fyri Føroyar, sigur hann. 

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762