Stoltenberg stúrir fyri, at Russland brúkar evnafrøðilig vápn

Stoltenberg stúrir fyri, at Russland brúkar evnafrøðilig vápn
Nato-aðalskrivarin sigur, at russar eru komnir við einum longum lista við lygnum um innrásina í Ukraina
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, helt tíðindafund um kríggið í Ukraina í Brússel fyrr í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.03.2022 - 14:45

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, sigur, at hann stúrir fyri, at Russland fer at fremja álop við evnafrøðiligum vápnum, undir følskum flaggi.

Á tíðindafundi í Brússel seinnapartin segði Stoltenberg, at innrásin hjá Russlandi í Ukraina hevur elvt til ruðuleika, deyða og oyðilegging.

- Russland hevur skelkað heimin og skakað altjóða skilhaldsreglur, segði Stoltenberg á tíðindafundinum, og hann helt fram:

Lygnir

- Vit hava sæð langan lista hjá Russlandi við lygnum. Teir skuldu ikki gera innrás í Ukraina, men teir gjørdu innrás í Ukraina. Teir skuldu taka herdeildir aftur,  men teir gjørdu tað øvuta. Teir skuldu verja sivilfólk, men teir drepa sivilfólk.

- Nú koma teir við uppáhaldum úr leysum lofti um evnafrøðilig vápn. Hetta er enn ein lygn, segði Stoltenberg, nú Russland leggur Nato-lond undir at hava verksmiðjur, sum gera evnafrøðilig vápn í Ukraina.

- Putin, forseti, hevur ábyrgdina av innrásini. Putin kann gevast við krígnum nú, segði Stoltenberg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983