Eygleiðarar um formansval: Alt kann henda

Eygleiðarar um formansval: Alt kann henda
Blaðstjórarnir á Norðlýsinum og Sosialinum vóru í Breddanum og gjørdu viðmerkingar til formansvalið í Fólkaflokkinum
Jóhann Lützen og Eirikur Lindenskov vóru í Breddanum og gjørdu viðmerkingar til formansvalið í Fólkaflokkinum.
 
18.03.2022 - 10:01

- Alt kann henda.

Tað eru blaðstjórarnir á Norðlýsinum og Sosialinum á einum máli um, nú leiðslan í Fólkaflokkinum í kvøld fer at gera av, hvør skal verða nýggjur formaður eftir Jørgen Niclasen.

Jóhann Lützen og Eirikur Lindenskov vóru í Breddanum fyri løtu síðani og gjørdu viðmerkingar til støðuna.

Beinir Johannesen og Christian Andreasen hava verið nevndir sum valevni til formanssessin í Fólkaflokkinum, og Jóhann Lützen heldur, at av teimum báðum er Christian Andreasen besta boðið.

Eirikur Lindenskov sigur, at av tí at einki greitt er komið fram um, hvør er í uppskoti at gerast formaður, kann alt henda, eisini at onkur óvæntaður fær formanssessin.

Hoyr samrøðuna, sum Frants Jensen gjørdi við Jóhann Lutzen og Eirik Lindenskov í Breddanum:

 

1516007

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132