Mælir øllum heiminum til at mótmæla innrásini

Mælir øllum heiminum til at mótmæla innrásini
Í dag er ein mánaður liðin, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina
Ukrainski forsetin, Zelensky, heitir á fólk í øllum heiminum um at fara út á gøturnar at mótmæla krígnum.
 
24.03.2022 - 09:14

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, mælir øllum heiminum til at mótmæla krígnum hjá Russlandi í Ukraina í dag 24. mars, nú ein mánaður er liðin síðani russisku innrásina.

- Frá hesum degnum og í døgunum, sum koma, vís teg og far út á gøturnar í friðarins navni. Kom út við ukrainskum merkjum fyri at stuðla frælsinum og lívinum. Ger teg sjónligan og hoyrdan. Sig, at menniskju, frælsi og friður hava týdning, og at Ukraina hevur nakað at týða, sigur Zelenskyj.

Víðari vísir hann á, at tað ikki bert snýr seg um kríggið móti Ukraina, men at hetta eisini ber í sær, at Russland hevur byrjað kríggj móti frælsi, sum ukrainski forsetin málber seg.

- Russland vil niðurberja frælsið í bæði Evropa og øllum heiminum, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166