Hildið verður fram at leggja felagskvotu um til eginkvotur

Hildið verður fram at leggja felagskvotu um til eginkvotur
Í ár er ætlanin, at rækjufiskiskapurin við Svalbard verður skipaður við egnum fiskidøgum og í russiskum sjógvi við eginkvotu
Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt fram frágreiðing um sjófeingi.
Mynd: Fiskimálaráðið  
 
24.03.2022 - 14:51

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumáum, fer at halda fram við at leggja felagskvotur um til egnar kvotur.

Hetta verður gjørt, tí besta gagnnýtsla fæst úr tilfeinginum, um loyvini verða útskrivað sum eginkvotur, sigur hann í frágreiðingini um sjófeingi, sum var løgd fyri tingið í dag.

Sjøtul var settur á hetta, tá makrelfiskiskapurin var skipaður í 2020.

Í ár er ætlanin, at føroysku rættindini eftir rækjum við Svalbard verða skipað sum egnir fiskidagar, og fiskiskapurin eftir rækjum í russiskum sjógvi skal eisini skipast við eginkvotum.

 

Nógv reyðæti

Áhugin fyri at fiska reyðæti í Bankarennuni er vaksandi, og mett verður, at eini sjey milliónir tons av reyðæti reka hendanvegin.

Havstovan hevur gjørt kanningar á leiðini og hevur mett, at grundarlag er fyri at fara undir royndarfiskiskap eftir reyðæti fyri at staðfesta, um grundarlag er fyri at gagnnýta reyðæti í føroyskum sjógvi burðardygt.

Fiskimálaráðið hevur givið fimm tilsagnir um royndarloyvi at fiska reyðæti í Bankarennuni, men enn er gongd ikki komin á royndarfiskiskapin, sigur Árni Skaale, landsstýrismaður, í frágreiðingini um sjófeingi.

Løgtingið fer í næstum at hava aðalorðaskifti um frágreiðingina.

Sí frágreiðingina her:

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226