Nýggj journalskipan um fýra ár

Nýggj journalskipan um fýra ár
Sáttmálin við svenska veitaran er sagdur upp, men ætlanin er at brúka verandi skipan, til nýggj kemur
Heilsuverkið skal hava nýggja sjúklingajournalskipan, og tað kunnu ganga fýra ár, til hon kemur.
 
30.03.2022 - 08:22

Tað kunnu ganga fýra ár, áðrenn ein nýggj sjúklingajournalskipan kemur fyri Cosmic í sjúkrahúsverkinum.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann, sum hevur spurt um skipanina.

Sáttmálin við svensku fyritøkuna Cambio, sum er veitari av talgildu heilsuskipanini, er formliga uppsagdur til 31. desember 2023. 

 

Leingja verandi skipan

Men ætlanin hjá heilsuverkinum er at leingja sáttmálan soleiðis, at til ber at brúka verandi skipan, til ein nýggj kemur í staðin. 

Sjúkrahúsverkið metir, at tað kunnu ganga eini fýra ár til ein slík skipan er sett í verk, t.v.s. neyvan fyrr enn einaferð í 2025.

Landsstýrismaðurin sigur, at Cambio hevur á fleiri fundum við Sjúkrahúsverkið gjørt greitt, at føroyska heilsuverkið kann brúka verandi útgávu av Cosmic, til sjúkrahúsverkið er komiå á mál við at taka eina nýggja skipan í nýtslu. 

 

Samráðingar í vár

Samráðingar um at leingja avtaluna verða um mánaðarskiftið apríl/mai.

Ætlanin er at skipa ein stýrisbólk og ein verkætlanarbólk við fakfólki til at gera av, hvørji krøv verða sett nýggju talgildu heilsuskipanina.

Eftir tað verður uppgávan boðin út.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040