Fimm heiðursmerki á fyrsta degi

Fimm heiðursmerki á fyrsta degi
Føroyar hava í dag vunnið tvey gull, tvey silvur og eina bronsu
 
14.07.2013 - 23:30

Føroyar hava longu á fyrsta degi fingið fimm heiðursmerki í hús.

Gudmundur Joensen vann fyrsta heiðursmerkið fyri Føroyar. Tað hendi í morgun, tá hann vann silvur í triathlon. Torkil Veyhe vann eisini silvur í dag í súkklukappingini.

Í fimleiki komu tvey heiðursmerki. Kvinnurnar vunnu bronsu í liðkappingini, og menninir vunnu gull.

Hitt gullheiðursmerkið sum Føroyar vunnu í dag, syrgdu skjúttarnir, Marius F. Joensen og Sámal Debes fyri.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860